FARIN-文本歌词

FARIN-文本歌词

Marius DC&Guri Hansdóttir
发行日期:

Eg bíðaði eftir svar, men eg fekk einki

Tú bíðaði eftir mær, eg var vekk leingi

Eg føldi tú var ein eg kundi líta á

Stór orð, men tað føldist ikki líka tá

Royndi at krógva meg, blunda og spæla líkasalur Misti fótafeti, tú var mín akilleshælur

Eg skilji væl at lorti gekk sum tað gekk

Um tú rennir frá øllum kann tað vera nemt at blíva vekk Ikki lætt at siga, men tað var tungt til tíðir

Helt eg var klókur nokk at krógva mínar dummu síður Tað einasta eg vildi var tú vildi meg

Vit skildust at tí eg ikki kundi skilja teg

Okkara ting var hálvhjarta sum heild

Vit vóru sum ein, nú eru vit deild

Vit høvdu lyftir og tú breyt øll

Tú segði ja, eg segði nei, nú eru vit tvey fólk

Tað einasta, eg vildi var

Frælsi at liva frítt, og vera tann, eg eri Veit eg var har fyri teg

Og heilhjarta gjørdi alt við gleði

Men nú eri eg farin

Tú segði tú saknar meg, og spurdi hvat við mær Eg segði tú saknar bara tann eg var við tær

Lítil munur men fyri meg hevði tað nógv at siga Ongin ivi at eg angri alt tað keðiliga

Mítt ego var problematiskt frá byrjanini

Men tað gekk ikki at tað gekk út yvir teg

So skjótt eg føldi teg broytast so bleyv eg eyka blíður Tað er ringt at særa ein ið kennir tínar eymu síður

Tú vigaði valini væl og virðiliga

Farvæl var tað einasta ið tú kundi siga

Stundasliga var tú farin og eg stóð eftir

Og hvør einasti góði tanki var mótsettur

Alt eg vil spyrja teg er hví

Helt hetta shitti átti tað bleyv fragari við tíð

Tú segði, eg burdi fari og lært at elska meg

Men eg veit ikki hvør eg eri, um eg ikki elski teg

Tað einasta, eg vildi var

Frælsi at liva frítt, og vera tann, eg eri

Veit eg var har fyri teg

Og heilhjarta gjørdi alt við gleði

Men nú eri eg farin

Men nú eri eg farin (veit ikki hvør eg eri, um eg ikki elski teg) Nú eri eg farin (veit ikki hvør eg eri, um eg ikki elski teg)

Veit eg var har fyri teg

Og heilhjarta gjørdi alt við gleði Men nú eri eg farin